Botndystur á Argjum

Botndystur á Argjum
Botndystur er í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í dag, tí klokkan tvey taka argjamenn ímóti EB/Streymi inni í Vika á Argjum
Flestu liðini í landskappingini hava spælt 17. umfør higartil
 
12.08.2023 - 11:27

AB er aftast við 10 stigum og sundalagsmenn hava 13 stig.

Ein dystur í Betri deildini var spældur í gjárkvøldið.

Í Sarpugerði í Norðragøtu vann Víkingur 2-1 á suverena oddaliðnum, KÍ, sum hevði vunnið allar sínar dystir í landskappingini higartil.

Olaf Bárðarson legði Víking framum eftir 11 minuttir, Poul Kallsberg økti um Víkings-leiðsluna fýra minuttir seinni, áðrenn toppskjúttin í Betri-deildini, Páll Klettsgarð, minkaði um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki.

KÍ er enn á fremsta plássi, 10 stig framman fyri HB, sum er næstfremst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655