- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ternan førdi sløk 4000 fólk á Ovastevnu um vikuskiftið
Ternan førdi sløk 4000 fólk á Ovastevnu um vikuskiftið
Knappliga 8.000 einvegisferðaseðlar vórðu seldir á Nólsoyarleiðini seinasta vikuskifti, tá Ovastevna var, upplýsir Stranfaraskip landsins

Ternan hevði úr at gera leygardagin, tá Ovastevnan var
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
16.08.2023 - 08:58
Ternan seldi knappliga 8.000 ferðaseðlar á Nólsoyarleiðini, tá Ovastevna var.
Talið er 7.931, upplýsa Strandfaraskip landsins.
Sertúrarnar, ovastevnutúrarnar, frá leygarmorgni klokkan átta til sunnumorgun klokkan hálvgum sjey var ferðafólkatalið 6.922.
Ternan sigldi 21 dupulttúrar hetta slaka samdøgrið.
Talan er um einvegis ferðaseðlar, so umroknað kann sigast, at okkurt um 3.966 ferðafólk vóru við Ternuni fríggjadag til sunnudag, siga Strandfaraskip landsins.
Ovastevnutúrarnar vóru tey okkurt um 3.461.
Til samanberingar kann nevnast, at í juli vóru 11.906 einvegis ferðandi á Nólsoyarleiðini, í miðal 32 ferðafólk teir 368 túrarnar í juli.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























