- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fór at skína beint eftir tíðarinnar morgun

Stjørnan eitur Earendel, og útrokningar vísa, at hon er 12,9 milliardir ljósár burturi frá jørðini, og hon fór at skína, umleið 900 milliónir ár eftir at alheimurin bleiv til fyri 13,8 milliardum árum síðani.
Earendel merkir Dimmalætting og tað var upprunaliga Hubble, stjørnukikarin, sum fyrstuferð avmyndaði fjarskotnu stjørnuna. (Mynd: NASA)
Alheimurin viðkast allatiðina
Men hóast mett verður, at stjørnan er 12,9 milliardir ljósár burturi, so meta stjørnufrøðingar, at av tí at alheimurin hevur víðkast siðan tíðarinnnar morgun, er Earendel í dag 28 milliardir ljósár burturi frá jørðini.
Myndirnar frá James Webb vísa, at Earendel er ein tung B-stjørna, sum er minst tvífald so heit og skínur eina millión ferðir sterkari enn sólin.
Tyngdarmegi sjóneyka
Tað hevur borið til at avmynda Earendal, tí at ein stórur stjørnuhópur er ímillum jørðina og Earndal, og virkar hesin stjørnuhópur sum ein stór sjóneyka. Hetta fyribrigdi verður rópt tyngdarmegi sjóneyka.
Henda myndin vísur, hvussu stjørnuhópurin WHL0137-08 virkar sum ein stór sjóneyka úti í rúmdini. (Mynd: NASA)
Kann tær fyrstu stjørnurnar
At James Webb stjørnukikarin kann avmynda stjørnur, sum eru so langt burturi, gevur stjørnufrøðingum møguleikan at kanna tær fyrstu stjørnurnar, sum fóru at skína stutt eftir at alheimurin bleiv til fyri 13,8 milliardum árum síðani.
James Webb stjørnukikarin ferðast úti í rúmdini, 1,6 milliónir kilometrar burturi frá jørðini. (Mynd: NASA)




























