Wagner-bólkurin hóttir við at hevna Prigosjin

Wagner-bólkurin hóttir við at hevna Prigosjin
Nógv kjak er á sosialum miðlum, hvat hendi við flogfarinum, sum datt niður í Russlandi í gjár
Øll, sum vóru við privata flogfarinum, sum datt niður í gjár, lótu lív. Wagner-leiðarin, Prigosjin, var eisini á ferðafólkalistanum.
Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.08.2023 - 14:49

Hóttanir um, at russiski Wagner-bólkurin ætlar hevna deyða Prigosjin, ferðast á sosialum miðlum í løtuni, veit norska kringvarpið at siga. 

- Um Prigosjin er dripin, fara vit at leggja til rættis eina rættvísisferð móti Moskva aftrat, skrivar ein rás, sum hevur tilknýti til Wagner-bólkin, á Telegram.

Nógv kjak er á sosialum miðlum og millum serfrøðingar, hvat hendi við flogfarinum, sum datt niður í Russlandi. Helst var  Prigozjin við.

 

Wagner-bólkurin hóttir nú við at hevna leiðara sín, Prigosjin. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Putin ella herurin ábyrgdina

Summi halda, at forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, hevur lagt alt til rættis. Onnur halda tað vera sannlíkt, at leiðslan í herinum sjálv skipaði fyri flogvanlukkuni.

Og samstundis eru tað onnur, sum halda, at Prigozjin als ikki er deyður, tí hann var ikki við flogfarinum.

Wagner-bólkurin skrivar soleiðis á Telegram:
- Leiðarin hjá okkum, russiska hetjan og rætti patrioturin, Prigozjin, doyði sum avleiðing av gerðum hjá russiskum landasvíkjarum.

Aðrar rásir, knýttar at bólkinum, hótta við avleiðingum:
- Vit taka Kreml, skrivar ein millum annað. Tað sama siga triggir dulnevndir menn á einum óváttaðum sjónbandi, at teir fara at hevna seg. 

 

Uppgerð ósannlík

Men ein størri uppgerð frá Wagner-bólkinum er ósannlík, sigur granskarin hjá norsku verjuni, Tor Bukkvoll.

Hann væntar, at nú bólkurin hevur latið alla tungu hernaðarútgerðina frá sær, tí hon er sendir til Afrika, umframt at teir hava mist leiðararnar hjá sær, stendur bólkurin ikki líka sterkur í einari uppgerð við russiska herin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711