Samarittarnir gjørdu stórt arbeiði á Norð festivali

Samarittarnir gjørdu stórt arbeiði á Norð festivali
Annars hevur sum heild verið friðaligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið
Frá sjónbandi hjá Norð festivali í gjár
 
27.08.2023 - 09:53

Løgreglan steðgaði einum bili í nátt, har tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsevnum. 

Nærri kanningar vístu, at bilførarin eisini hevði ein 'mola' av hassji uppi á sær.

Á Viðareiði var Norðfestivalurin, og eini 2.000 fólk vitjaðu hann. 

Nógv vóru full, og sambært vaktleiðaranum á politistøðini, funnu tey ikki vegin heim og vistu heldur ikki, hvar tey vóru. 

Tí varð ringt til løgregluna um hjálp.

Vaktleiðarin vísur á stóra arbeiðið, sum Samarittarnir hjá Reyða krossi gjørdu á festivalinum.

Samarittarnir fingu nógvar fráboðanir um fólk, sum høvdu brúk fyri hjálp, og teir gjørdu stórt arbeiði fyri at hjálpa, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129