Óheppið, at teir fáa brotsspark

Óheppið, at teir fáa brotsspark
Føroyski málverjin, Mathias Lamhauge, sum avloysti fyri Teit Matras Gestsson, sum var skaddur, var væl nøgdur við verjuavrikið, men iðrar seg um, at Pólland fekk brotsspark
07.09.2023 - 22:34

Føroyski málverjin, Mathias Lamhauge, var væl nøgdur við føroyska verjuavrikið í tveymálstapinum fyri Póllandi.

 - Vit verja, sum ein eind, segði B36-málverjin, sum loysti av fyri skadda Teit Matras Gestsson. 

Hann iðraði seg um, at póllendingar fingu eitt "óheppið" brotsspark, tá komið var somikið langt út í seinna hálvleik.

 - Tað er øgiliga óheppið, at júst tað fær teir í gongd, tí høvdu vit hildið nakrar minuttir afturat, komu vit framvið 80. minutt, og tá trúgvi eg, at áskoðararnir høvdu byrja at rópt eftir sínum egnu, sum teir gjørdu í løtum, segði føroyski málverjin, sum stóð sannførandi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162