Nýggi “Finnur Fríði” til Skagen

Nýggi “Finnur Fríði” til Skagen
Nýggja skipið hjá Varðanum í Gøtu, sum kostar um 350 milliónir krónur, skal gerast liðugt á Karstensens-skipasmiðjuni.
Skrokkurin á nýggja “Finni Fríða” er smíðaður í Polandi
Mynd: Varðin  
 
10.09.2023 - 17:52


Skrokkurin á nýggja “Finni Fríða” kemur í morgin til Skagen, har hann skal gerast liðugur.

Tað skrivar Fiskur.fo.

Tað er reiðaríið Krossbrekka, sum er dótturfelag hjá Varðanum í Gøtu, ið letur nýggja skipið byggja.

Skrokkurin er gjørdust á skipasmiðju í Polandi, og nú skal skipið gerast liðugt á Karstensens-skipasmiðjuni í Skagen í Danmark.

Nýggi “Finnur Fríði” verður 88 metrar langur, knappar 17 metrar breiður og fer væntandi at kosta 350 milliónir krónur, tá ið hann er liðugur.

Gamli “Finnur Fríði” er settur á sølulista, og prísurin er settur til 90 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083