Smyril Line keypt eitt farmaskip aftrat

Smyril Line keypt eitt farmaskip aftrat
Skipið, sum fær navnið Glyvursnes, kemur í flotan í januar 2024
Seagard fær navnið Glyvursnes, og verður sett í sigling millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals.
 
12.09.2023 - 09:31

Smyril Line hevur keypt RoRo-farmaskipið Seagard frá finska reiðarínum Bore Ltd.

Skipið verður latið Smyril Line í Hirtshals í fyrstu viku í januar 2024.

Tað fær tá navnið Glyvursnes.

Skipið er bygt í Týsklandi í 1999. Tað er 153,5 metrar langt og 20,6 metrar breitt.

Glyvursnes verður sett í regluliga sigling millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals í staðin fyri Mistral, sum Smyril Line hevur leigað seinastu árini.

Tá Glyvursnes kemur, eigur Smyril Line øll seks skipini, sum tað hevur í flotanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672