- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alt kann henda í Conference League
KÍ skrivar føroyska fótbóltssøgu, tá Jákup Biskopstø Andreasen og liðfelagarnir traðka á vøllin til dyst ímóti Slovan Bratislava í Conference League hóskvøldið.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag spælir í einum evropeiskum bólkaspæli, og KÍ, venjarin, Magne Hoseth, vissar um, at KÍ er ikki fyri til stuttleikar.
- Slovan Bratislava er eitt gott lið, sum javnt og samt er við í evropeisku kappingunum, men eg haldi, at vit hava ein rímiligan møguleika, um vit spæla soleiðis, sum vit hava spælt í evropa í summar, sigur Magne Hoseth.
Spæliætlanin verður hin sama, sum hevur riggað væl ímóti Ferencvaros, Håcken, Molde og Sheriff Tiraspol - ein verjukend 4-3-3 skipan við denti á skjótt álopsspæl, tá møguleikin stingur seg upp.
- Vit fara ikki at spæla øðrvísi, men tað verður eitt sindur verjukent, tá vit spæla evropafótbólt, tí vit møta góðum liðum, sum fara at trýsta okkum aftur á vøllin, greiðir KÍ-venjarin frá.
- Skipanin og mátin vit spæla álopsspæl verður kortini hin sami, og so er spurningurin um avrikið er nóg gott til at fáa stig.