Fingu slakar fýra milliónir fyri at toga Ocean Explorer leyst

Fingu slakar fýra milliónir fyri at toga Ocean Explorer leyst
Skipið stóð á eini grynnu í Alpefjørðinum í næstan trý samdøgur
Ocean Explorer fekk ongan skaða, hóast skipið stóð í trý samdøgur.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.09.2023 - 08:29

Grønlands Naturinstitut fekk 3,8 mió.kr. fyri at sleipa ferðamannaskipið, Ocean Explorer, leyst.

Tað hevur stovnurin upplýst.

Skipið hjá stovninum, Tarajoc, fekk Ocean Explorer, sum tók botn í Alpefjørðinum í landsnyrðingsgrønlandi, leyst aftur seinasta hósdag eftir eisini at hava roynt mikudagin at sleipa skipið leyst.

Ocean Explorer stóð í sløk trý samdøgur.

 

Grønlendska havrannsóknarskipið, Tarajoc, togaði Ocean Explorer leyst. 

 

Fríggjadagin var politiið í Grønlandi liðugt við at kanna óhappið hjá Ocean Explorer og loyvdi skipinum frítt at fara.

Men danska sjóvinnustýrið gav tí boð at fara í havn, sp froskmenn kundu kanna botnin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Fríggjadag 6. februar
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
203842
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786