Januar: Snarhús ikki prógvað, at felagið fær fígging at halda fram

Januar: Snarhús ikki prógvað, at felagið fær fígging at halda fram
Grannskoðanarvirkið hevur grannskoðað roknskapin hjá byggifelagnum fyri 2022
Í summar vóru fleiri innsløg í Degi og Viku, har fólk kærdu sína neyð, tí húsini, sum tey høvdu bílagt frá Snarhúsi, blivu ikki liðug, og tí stóðu í hálvum gekki. Her er eitt dømi.
 
20.09.2023 - 10:04

Byggifelagið smápartafelagið Snarhús hevur ikki prógvað, at tað fær fígging til at halda fram.

Ein treyt fyri framhaldandi rakstri er, at felagið fær útvegað nøktandi fígging. 

- Vit hava ikki móttikið nøktandi skjalprógv, sum kann ásanna, at felagið fær útvegað sær neyðugu fíggingina, Tí er tað okkara áskoðan, at nýggj fígging ikki er sannlík. 

So greið er niðurstøðan hjá grannskoðanarvirkinum Januar, sum hevur grannskoðað roknskapin hjá Snarhúsi fyri 2022. 

Roknskapurin átti tí at verið gjørdur eftir tí, at framhaldandi rakstur ikki er til staðar.

Januar hevur fleiri viðmerkingar um Snarhús.

 

Gevur ikki rættvísa mynd

Januar sigur, at ársroknskapurin gevur ikki gevur rættvísandi mynd av felagsins ognum, skyldum og fíggjarligu støðu 31.desember 2022, og av virksemi felagsins fyri roknskaparárið 2022 sambært ársroknskaparlógini.

Felagið hevur í stríð við vinnufelagslógina veitt lán til kapitaleigara og leiðslu. 

Leiðslan kann ábyrgdast hesum viðvíkjandi, sigur Januar.

Tað er ikki eydnast grannskoðarunum at fáa nøktandi grannskoðaraprógv fyri útlendskari vøru- og tænastuskuld, sum er tvær milliónir krónur.

 

Óvissa tengd at uppgerðum

Í uppgerðum um arbeiði, sum eru í gerð, eru skrásetingar, sum liggja til grund fyri útrokningum, metingar hjá leiðsluni í Snarhúsi. 

Eftir okkara meting, siga grannskoðararnir, er óvissa tengd at hesum uppgerðum. 

Tí kunnu úrslit og eginogn felagsins vera øðrvísi enn víst í roknskapinum, sigur Januar. 

 

Sí innslag um Snarhús í Degi og Viku 16. juni:

 

20230616_SNARHUS_I_HALVUM_GEKKI

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375