Ukraina: Russar hava mist 277.000 hermenn

Ukraina: Russar hava mist 277.000 hermenn
Bara seinasta samdøgrið hava 320 russiskir hermenn latið lív
Kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar í fjør. Ukrainska herleiðslan sigur nú, at 277.000 russiskir hermenn hava latið lív í krígnum. (Savnsmynd: Ritzau Sccanpix)
 
27.09.2023 - 08:58

Ukrainska herleiðslan vil vera við, at Russland hevur mist 276.990 hermenn í krígnum síðani 24. februar í fjør.

Bara seinasta samdøgrið hava 320 hermenn latið lív.

Tað skrivar The Kyiv Independent.

Sambært frágreiðingini hjá herinum, hevur Russland mist túsundtals stríðsvognar og onnur hernaðarakfør, umframt fleiri hundrað rakettskipanir, tyrlur og flogfør.

Ítøkiliga er talan um 4.675 stríðsvognar, 8.950 brynjað hernaðarlig akfør, 792 rakettskipanir, 315 tyrlur og 316 flogfør.

Russar hava ikki váttað tølini.

BBC onnur tøl

Bretska kringvarpið, BBC, hevur saman við óhefta russiska miðlinum, Mediazona, og sjálvbodnum fólki, eyðmerkt russiskar hermenn, sum hava latið lív í krígnum.

Sambært uppgerð frá 16. juni, eru 25.000 russiskir hermenn deyðir í krígnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339