Sjey ára fongsul fyri ætlanir um at smugla rúsevni til Føroya

Sjey ára fongsul fyri ætlanir um at smugla rúsevni til Føroya
Rúsevnini vóru funnin í bili hansara, har sum eykahjólið eigur at vera
Rætturin í Hjørring dømdi mannin sjey ára treytaleysa fongsulsrevsing, men maðurin tók ikki við dóminum. Hann vil umhugsa møguleikan at royna málið í landsrættinum. (Savnsmynd)
 
10.10.2023 - 08:14

Ein 25 ára gamal maður hevur í rættinum í Hjørring fingið sjey ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at ætla at smugla sløk sjey kilo av amfetamini, 100 gramm av kokaini og fimm kilo av hassji til Føroya, skrivar nordjyske.dk.

Maðurin var tikin, tá hann bíðaði eftir at koyra um borð á Norrønu í Hirtshals.

Rúsevnini vóru funnin í bili hansara, har sum eykahjólið eigur at vera.

Hetta var 6.mai. 

 

Ætlanin var at smugla rúsevnini til Føroya við Norrønu. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Játtaði seg sekan

Maðurin játtaði seg sekan alt fyri eitt og vísti tollarunum, hvar rúsevnini vóru. Men hann segði, at hann visti ikki, at hann eisini skuldi smugla sterk rúsevni til Føroya. 

Hann visti ikki, at amfetamin og kokain eisini vóru í bilinum, hevur hann sagt. Hann átti ikki bilin sjálvur, men fekk hann tveir dagar, áðrenn hann skuldi til Føroya.

Hann kannaði ikki, hvørji rúsevni vóru í bilinum. Hann helt, at har var bara hassj.  

 

Tók ikki við dóminum

Maðurin segði, at hann hevði fingið lovað, at 200.000 kr., sum hann hevði í spæliskuld, blivu strikaðar, um hann átók sær smuglingina.

25 ára gamli maðurin, sum er dani, tók ikki við dóminum, men vil slepppa at umhugsa møguleikan at royna málið í landsrættinum, skrivar nordjyske.dk.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672