Heilivágur kann forða menning av diabetes hjá børnum og ungum

Heilivágur kann forða menning av diabetes hjá børnum og ungum
Virusígerð kann vera ein av orsøkunum til, at summi fáa typu 1-diabetes, vísir gransking
Hetta er fyrstu ferð, hetta slagið av heilivagi er brúkt, og prógvað er, at tað riggar, sigur ein av granskarunum. (Savnsmynd)
 
10.10.2023 - 08:54

Heilivágur fyri virus kann steðga menningini av typu 1-diabetes hjá børnum og ungum, sum hava fingið typu 1-diabetes.

Tað vísir nýggj gransking, sum danskir og norskir granskarar hava gjørt.

- Tað nýggja og áhugaverda er, at vit vísa á, at tað ber til at tálma menningini av typu 1-diabetes. Hetta er fyrstu ferð, hetta slagið av heilivagi er brúkt, og prógvað er, at tað riggar, sigur ein av granskarunum, Jesper Johannesen, professari á Steno Diabetes Miðstøðini í Keypmannahavn, við Ritzau.

- Leingi hevur verið umrøtt, og vit hava hildið, at virusígerð kann vera ein av orsøkunum til, at summi fáa typu 1-diabetes, sigur granskarin.

- Og nú hava vit víst á, at so er, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342