Trý ára fongsul fyri at snýta føroyskar handilsmenn

Trý ára fongsul fyri at snýta føroyskar handilsmenn
Maðurin noktar seg sekan, og hevur longu appellerað dómin
Rætturin í Helsingør sigur, at eingin ivi var um, at føroysku handilsmenninir vóru snýttir. (Savnsmynd)
 
11.10.2023 - 08:32

Ein maður í Danmark er dømdur í rættinum í Helsingør fyri at snýta føroyskar handilsmenn fyri níggju milliónir krónur.

Tað skrivar Frihedsbrevet.

Maðurin fekk trý ára fongsul.

Men hann noktar seg sekan, og hevur longu appellerað dómin.

 

Lumpaði handilsmenninar

BT, sum hevur lisið dómin, skrivar, at maðurin er dømdur fyri at lumpa føroyskar handlilsmenn.

Hann er eisini dømdur fyri at falsa undirskriftina hjá einum føroyskum handilsmanni.

Dømdi maðurin fekk 2,3 milliónir krónur í egnna lumma burtur úr teimum níggju milliónum, sum hann lumpaði vinnulívsmenninar at seta í eina byggiverkætlan í Roskilde.

 

Eingin ivi

Rætturin helt, at frágreiðingarnar hjá føroysku handilsmonnunum vóru eftirfarandi.

Eingin ivi var um, at teir vóru snýttir, heldur rætturin.

Maðurin er eisini dømdur fyri at falsa undirskiftina hjá tí eina føroyska handilsmanninum, sum hann kallaði Trump. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342