Ísrael bumbað 750 hernaðarlig mál í Gaza

Ísrael bumbað 750 hernaðarlig mál í Gaza
Ísraelski herurin heitir á sivilfólk um at fara longur suður í Gaza, men ST mælir Ísrael til at taka áheitanina aftur
Ísrael sigur hava bumbað 750 hernaðarlig mál í Gaza í nátt.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.10.2023 - 11:13

Ísraelski herurin sigur seg hava rakt fleiri enn 750 hernaðarlig mál í Gaza-geiranum í nátt.

Tað skrivar ísraelski herurin í tíðindaskrivi, sambært danska kringvarpinum. 

Álopini hava m.a. verið á vápnagoymslur, tunlar, størri íbúðahús og onnur hernaðarlig øki hjá Hamas. 

Ísraelski herurin hevur heitt á sivilfólk í norðara parti av Gaza um at fara longur suður, í seinasta lagi um eitt samdøgur.

Nógvir palestinarar hava tikið áheitanina til eftirtektar.

- Tað er ruðuleiki millum palestinska fólkið í Gaza. Tað er torført hjá einari millión fólkum at rýma so skjótt, sigur Nebal Farsakh, sum er talsmaður fyri palestinska hjálparfelagsskapin, Reyða hálvmána, við AP. 

 

 

Flóttafólk í Gaza. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Eiga at taka áheitanina aftur

ST hevur heitt á ísraelsku stjórnina, um at taka áheitanina til sivila fólkið aftur, tí skulu so nógv fólk flýggja, fær tað ógvisligar menniskjaligar avleiðingar, sigur Stephane Dujarric, talskvinna hjá ST, sambært TV2. 

Fleiri enn 1.300 ísraelar hava latið lív, síðani Hamas leyp á landið leygarmorgunin, og 1.500 palestinar eru deyðir, vísa nýggjastu tølini. 

13 av teimum umleið 100 gíslunum, sum Hamas tók leygardagin, eru dripnir.

Tað váttar Hamas, sambært Reuters. Hamas hevur hótt við, at tey avrætta gíslar, hvørja ferð Ísrael bumbar sivil øki í Gaza.

 

 

Donsk Hercules flogfør fara at flyta danskar ríkisborgarar heim. (Savnsmynd: Airliners)

 

Flyta danskar ríkisborgarar burtur

Danskir ríkisborgarar kunnu verða fluttir burtur úr Ísrael seinnapartin. 

Tað boðar danska uttanríkisráðið frá á sosiala miðlinum, X. 

Eftir ætlan fer eitt flogfar eftir donskum ríkisborgarum í dag, og eitt flogfar fer í morgin.

Umleið 400 fólk hava boðað frá, at tey fegin vilja verða flutt burtur úr Ísrael og Palestina, sigur stjórin fyri borgaratænastuna í Uttanríkisráðnum, Steen Hommel, við TV2. 

- Vit kunnu ikki siga nágagreiniliga, hvussu nógvir danskir ríkisborgarar verður fluttir burtur, men tvey fullsett Herkules flogfør hjá okkum fara úr Tel Aviv seinni í dag, sigur hann. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871