Kvøða til Ole Wich

Kvøða til Ole Wich
Niels Uni Dam bar Ole Wich, listamanni, eina kvøðu
Niels Uni Dam, lýsingarmaður og tónleikari, bar fram kvøðu til Ole Wich
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.10.2023 - 20:08

List er so nógv, og listin hjá Ole Wich er, um møguligt enn meira. Tí ivaleyst er nógv av tí, ið Ole hevur latið úr hondum, væl uttan fyri mørkini, ið tey mest striksu vilja rópa list. 

Hygg t.d. at hansara hoarder verkið, Ole Wichs Raritetskabinet, á Várframsýningini í fjør, ið var eitt savn av skrambli, ið listamaðurin hevur funnið ígjøgnum eitt langt lív. 

Eitt verk sum avbjóðaði siðbundna listahugtakið, og ivaleyst nógv av teimum vitjandi. Man kann spyrja er t.d. ein mumifiserað mús list? Og hví goymir man yvirhøvir eina kroysta og innturkaða mús? 

Men nú eri eg lukkutíð ikki ein av teimum striksu, og mær dámdi sera væl verkið.

Lat tað bara vera sagt: Ole er listamaður. Ein fjøllistamaður og ein hugskotsmaður. Ein av teimum heilt góðu hugskotsmonnunum, ið ferð eftir ferð hevur tikið meg og nógv onnur á bóli.


Ole Wich, listamaður, og konan Sanne Storm, ið Ole takkaði, tí hon var hansara størsti fíggjarligi stuðul gjøgnum árini

Sum tann morgunin eg kom til arbeiðis á Sendistovuni í 2011, og sá ein gulan fýrkant á vegginum uttanfyri gamla snikkaravirkið. 

Fest á hann var ein av stavunum, ið inntil stutt frammanundan hevði prýtt handilsbygningin hjá Jóannes Andreasen beint aftanfyri snikkaravirkið. 

Vit gittu og grunaðu um upprunan, inntil Birgir Kruse á Birkblog avdúkaði, at hetta var partur av listaverkinum "HugA - 60 minnismerki til ein býling í Havn", ið Ole yvir nátt hevði sett upp á 60 ymiskum støðum í grannalagnum úti í Grønlandi. 

Listaverkið varð íkomið, tá Ole fann eyðkendu stavirnar í eini ruskspann. 

Grannalagshandilin var blivin streymlínaður og dagførdur til ein Á handil. Ella Inn handil. Ella var tað Samkeyp? 

Navnið, "Hjá Jóannesi Andreasen", ið hevði fylt so nógv í gerandisdegnum hjá fólki í grannlagnum, var burtur.

Men í listaverkinum hjá Ole fekk navnið nýtt lív. Eitt verk, ið bæði var eitt minnismerki um grannahandilin. Ein hugleiðing um sentralisering og streymlinjan, og eitt kjakinnlegg um hvør eigur almenna rúmið. 

Líka hugvekjandi var einfalda og kontanta verkið HomoFObia, ið onkur hársárur meldaði Ole fyri. Men sum eisini var við til at flyta okkara tilvit sum tjóð. Var við til at minna okkum á, at vit eiga at vera betri við okkara medborgarar. 

Ella verkið Løslupne Præster, har vegjaðaraprestar vóru boygdir í ofta beinleiðis ónærisligar pallsetingar.

Ella dómadagsinstallatiónin Thawshavn, ið vísti hvussu høgt vatnið kemur, um pólarnir tiðna. 

Ella frálíka yrkingasavnið Ophav.

Ella framsýningin við gøtunøvnum uppkalla eftir kendum nýføroyingum. 

Man kann nevna nógv ymisk verk, men sjálvt høvuðsverkið hjá Ole Wich er at vera Ole Wich í Føroyum. 

Tí Ole Wich er ein karakterur. Hann er sjálvútrópt umboð fyri nýføroyingin. Hansara listaleið seinastu nógvu árini, bæði í verkum og á kilometurlongum innleggum á Facebook, er drivin av pallsetingini av hesum karakteri, nýføroyingurin, ið ikki sleppur inn í fína selskapið, men verður settur við borðið í dagligstovuni.

So tí játtaði eg flennandi, tá eg bleiv spurdur, um eg vildi halda eina røðu í sambandi við hesa heiðranina av Ole. 

Tí hvussu skal ein listamaður, ið seinastu nógvu árini hevur skapt list her í Føroyum, ið aloftast pallsetur listamannin sjálvan sum undirmettan, arbeiða víðari, tá hann nú verður hámettur við hesi stóru heiðursgávuni?  

Man kann spyrja seg sjálvan, hvat hendir við listaverkinum Ole Wich. Tá hægsta ráð sigur: Ver so góður, tú ert góðtikin!

Tú ert nú mentanarelitan. 

Hvat gert tú við tað?

Wikipedia lýsir Ole sum debatør og provokatør, og tað er her at hann ekselerar. Tí tað man vera fáur, ið kann øsa okkum føroyingar líka nógv sum Ole. 

Eg havi ofta hoyrt útsøgnina, at listamaðurin Ole neyvan hevði fingið líka stórt uppmerksemi, um hann var vorðin búgvandi í Blommenlyst í Danmark Og tað passar ivaleyst. 

Tí sum við allari góðari list, so er samspælið við karmarnar, ið listin verður skapt í og til, ein stórur partur av listini.

Tí ber til við røttum at siga, at tað er eitt privilegium hjá Ole, at hann bleiv føroyingur.

Hetta er blivið ein drívmegi fyri hann, og sum man sigur, gløgt er gestsins eyga, tí Ole hevur havt sín heilt egna máta at síggja Føroyar og føroyingar. 

Sjálvandi kann man eftir 43 ár í Føroyum seta spurnartekin við, um hann enn er gestur, ella yvirhøvir NÝføroyingur, men enn er eyga gløgt. 

Ole hevur nøkur sera donsk trekk, t.d. hansara treiskni og indignatión, ið saman við kreativitetinum, eru hansara sterkastu listarligu amboð. 

Satt at siga, so hava vit brúk fyri Ole Wich.

Hansara provokatiónir kunnu ofta tykjast órímiligar ella irriterandi. Men tær fáa okkum at hugsa, og geva okkum ein øðrvísi vinkul uppá okkum sjálvi og okkara samfelag. Tí eru vit føroyingar eisini priviligeraðir, at Ole fyri 43 árum síðan valdi Føroyar sum sítt heim.

Man kann siga nógv um Ole Wich, og okkurt er betri ósagt. 

Ole fyllir nógv, og hevur fylt nógv í almennu myndini, síðan hann kom til Føroyar. Fyrstu ferð eg minnist, at eg veruliga varnaðist listamannin Ole var í 1989 í sambandi við verkið Brøytingar. 

Minnist meg rætt, var tað í samrøðu í Degi og viku, at eg hoyrdi um verkið. Eg minnist eisini, at eg vitjaði verkið í Norðurlandahúsinum. Og tað hevur gjørt inntrykk, eftirsum eg minnist tað enn - 34 ár seinni.

Verkið var samfelagskritiskt, og skapt í øru 80’unum, har brøytin varð súmboli uppá forbrúks- og byggigreðina. Men eisini uppá menningina, ella skal man siga tað slagið av menning, ið vit sóu tá. 

Hetta var listin, ið setti fokus á tað, ið samfelagið annars ignoreraði. Ole sum rópti varskó. Tí Ole rópar altíð varskó, og tað er viktikt, bæði sum medborgari og sum listafólk. 

Góði Ole til lukku við stóra heiðrinum, og vælkomin í fínustovu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982