Í myndum: Fakfeløg mótmæltu í Tinganesi

Smæran var stúgvandi full av álitisfólki og nevndarlimum í fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum seinnapartin.

Fakfelagssamstarvið hevði boðað til fundar.

Tey 31 feløgini, sum vóru umboðað á fundinum, samtyktu eina yvirlýsing, sum mótmælir samráðingarháttinum hjá Fíggjarmálaráðnum. Fakfeløgini siga, at rásarúmið at samráðast minkar, tá lønarkarmurin læsir samráðingarnar fastar.

Síðani fóru fundarfólkini í Tinganes at hitta Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og at handa henni yvirlýsingina. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera