Nik Kershaw á Tórsfest

Nik Kershaw á Tórsfest
Tórsfest fyriskipararnir kunngera í dag, at kendi enski sangarin, sangskrivarin og tónleikaframleiðarin, Nik Kershaw, verður eitt av høvuðsnøvnunum næsta summar
Nik Kershaw verður høvuðsnavn á Tórsfest næsta summar
 
03.11.2023 - 15:08

Sólin fer eftir øllum at døma ikki at seta yvir Tórsfest næsta summar, tí enski Nik Kershaw kemur at framføra síni stóru hitt frá áttatiárunum á Tórsfesti í Havnargøtum 26. juli. 

Nik Kershaw bleiv kendur longu í 80árunum, tá hann hittaði stort við sangum sum "I Won’t Let The Sun Go Down On Me", "Wouldn’t it be good" og "The Riddle".

Sangir, ið lógu ovast á hittlistum kring heimin í fleiri vikur, men sum enn verða nógv spældir í útvarpsrásum í dag. 

Eftir at hann sjálvur hevði framført kring allan heim og útgivið hitt omaná hitt, so valdi Nik Kershaw at at leggja meira orku í at framleiða og skriva sangir fyri aðrar tónleikarar.

Nik Kershaw hevur millum annað samstarvað við so kend nøvn sum Elton John, Siu, Gary Barlow og Bonnie Tyler.  

Men tað, ið nógv kanska ikki vita er, at Nik Kershaw og okkara egni Teitur Lassen hava eisini skrivað ein sang saman, sum er at finna á plátuni The Singer hjá Teiti. 

Talan er um sangin "Stop Wasting My Time". 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025