Haaland spælir ímóti Føroyum

Haaland spælir ímóti Føroyum
Føroysku verjuspælararnir skulu royna at temja norska stjørnuframherjan, Erling Braut Haaland, í Oslo seinnapartin. Hann kemur á vøllin, váttar norski venjarin, sambært VG
Stóra stjørnan, Erling Braut Haaland kemur á vøllin ímóti Føroyum
Mynd: Lise Åserud/NTB/Ritzau Scanpix  
 
16.11.2023 - 13:57

Føroysku landsliðsmiðverjarnir skulu royna seg ímóti Erling Braut Haaland í dag.

 - Erling kemur á vøllin. Vit fáa at síggja, um tað verður frá byrjan, ella um hann kemur inn í seinna hálvleiki, segði norski venjarin, Ståle Solbakken sambært VG.

Greitt er, at hin stóra stjørnan á norska landsliðnum, Martin Ødegaard, ikki er við og tað er Real Sociedad-framherjin, Alexander Sørloth, heldur ikki.  

Norra spælir sín síðsta EM-undankappingardyst á útivølli ímóti Skotlandi sunnudagin, men hevur ongan møguleika at spæla seg til endaspælið ígjøgnum hesa undankappingina, tí bæði Skotland og Spania eru fimm stig frammanfyri.

Kortini heldur Burnley miðvallarin, Sander Berge, at dystirnir ímóti Føroyum og Skotlandi hava týdning.

 - Vit kunnu menna okkum, og hetta er eisini ein møguleiki at spæla okkum til størri sjálvsálit, segði Sander Berge á tíðindafundi í gjár sambært VG.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058