Hamas-leiðari: Álopið á Ísrael skal blása lív í málið um Palestina

Hamas-leiðari: Álopið á Ísrael skal blása lív í málið um Palestina
Osama Hamdan sigur, at Ísrael hevur ongantíð verið til, og fer heldur ongantíð at vera tað
Osama Hamdan, sum her avmyndaður á einum tíðindafundi í Beirut, sigur í samrøðuni við NRK, at Ísrael hevur ongantíð verið til.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.11.2023 - 08:28

Hamas leyp á Ísrael 7. oktober í ár fyri at blása nýtt lív í málið um Palestina, sum bæði Ísrael og umheimurin vóru um at gloyma.

Tað sigur Hamas-leiðarin, Osama Hamdan, í samrøðu við norska kringvarpið, NRK.

Minst 1.400 ísraelar vóru dripnir, tá fleiri hundrað alvápnaðir Hamas-krígsmenn lupu á Ísrael 7. oktober.

 

Hava ikki dripið sivilfólk

Fleiri enn 300 ísraelsk herfólk lótu lív, men meginparturin av teimum deyðu vóru sivilfólk. 

Men Osama Hamdan sigur, at Hamas ikki hevur dripið nøkur sivilfólk í stríðnum.

Teirra hermenn fingu greið boð um bara at leypa á herfólk og ikki skjóta kvinnur, børn, eldri og óvápnað fólk. Hinvegin komu nógvir aðrir palestinar eisini inn í Ísrael, tá Hamas breyt marknaforðingarnar niður, og tað vóru tey, og ikki Hamas, sum løgdu á sivilfólk.

Osama Hamdan vísir eisini aftur, at Hamas brúkar sivilfólk sum skjøldur fyri at verja seg fyri álopum úr Ísrael.

 

Ísrael skal strikast av landakortinum 

Hamas hevur í mong ár ført fram, at Ísrael skal strikast av landakortinum, og Osama Hamdan sigur, at Hamas onga grund hevur til at viðurkenna tað, sum hann kallar eitt hersetingarvald.

Hann sigur, at vilja ísraelar vilja liva í friði, mugu teir gera tað í einum palestinskum stati undir palestinskum valdi.

Eitt Ísrael hevur ongantíð verið til ,og fer heldur ongantíð at vera tað, sigur Osama Hamdan við NRK.

Sí samrøðu við Osama Hamdan her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491