- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frælsisflokkurin vann valið í Hollandi
Frælsisflokkurin hjá Geert Wilders, sum er ytst á høgravonginum, verður størsti flokkur í hollendska tinginum, sambært valstaðarkanning á valinum í gjár.
Og Liberali fólkaflokkurin, sum hevur havt valdið í fleiri ár, fær stóra afturgongd.
Tá ið valstøðini stongdu kl. 21 í gjárkvøldið, almannakunngjørdi hollendska kringvarpið eina exit-poll-forsøgn.
Sambært henni, fær Frælsisflokkurin hjá Geert Wilders, sum hevur lovað strangari immigratiónspolitikk, 35 tingsessir, tvífalt so nógvir, sum á seinasta vali.
Samgongan við vinstraflokkum fær níggju limir aftrat, og hevur nú 26 sessir.
Mark Rutte hevur verið stjórnarleiðari í Hollandi í mong ár. Á valinum í gjár hevði flokkur hansara stóra afturgongd. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Flokkurin hjá Rutte afturgongd
Liberali fólkaflokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Mark Rutte, sum hevur havt valdið seinastu árini, missir 11 tingsessir, og fær 23 sessir.
Og flokkurin Nýggjur samfelagssáttmáli, sum stillar upp fyri fyrstu ferð, fær 20 sessir, vísir forsøgnin.
Fleiri politikarar í Evropa hava ynskt Geert Wilders til lukku við valinum, millum annað forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, og franska Marine Le Pen.
Vilja ikki samstarva við Wilders
76 tingsessir eru neyðugur fyri at skipa stjórn, og flestu flokkar hava sagt seg ikki vilja samstarva við Wilders.
Tí er ikki vist, at hann kemur í stjórn, hóast valstaðarforsøgnin verður veruleiki.
Og annars er møguleiki fyri, at stjórnarsamstarvið verður bæði fløkt og trupult.
Tíðliga í morgun vóru 97,9 prosent av atkvøðunum tald.