SAS flýgur meira næsta summar

SAS flýgur meira næsta summar
Frá 29.juni til 10.august verður eisini flogið leygardag
SAS gavst at flúgva til Føroya síðst í oktober, men tekur flúgvingina uppaftur í summar. (Savnsmynd)
 
23.11.2023 - 08:45

Hóast SAS gavst at flúgva til Føroya síðst í oktober, er felagið ikki givið heilt við føroyaflúgvingini.

Felagið kemur aftur.

Og sambært aeroroutes.com. ætlar SAS at seta eina ferð aftrat í ferðaætlanina til Føroya næsta summar.

Frá 29.juni til 10.august verður eisini flogið leygardag.

Við hesi ferðini kemur SAS upp í sjey ferðir um vikuna.

Summarið 2019 fleyg SAS níggju ferðir um vikuna millum Kastrup og Vagar, skrivar aeroroutes.com.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083