Herjólfur til Íslands

Herjólfur til Íslands
Hann skal sigla fyri Herjólf IV, sum bara fær siglt við aðrari skrúvuni
Herjólfur III fer til Íslands á middegi, og fyribils verður eingin sigling á leið 8 millum Havnina og Krambatanga.
 
24.11.2023 - 08:19

Tá Herjólfur III var leigaður úr Íslandi, var ein treytin, at hann skal vera tøkur, tá íslendska reiðaríið hevur brúk fyri honum.

Og tað er nú, so hann fer til Íslands á middegi í dag.

Herjólfur III skal sigla fyri Herjólf IV, sum í løtuni bara fær siglt við aðrari skrúvuni.

Herjólfur IV skal tí umvælast.

 

Eingin sigling til 5. desember

Strandfaraskip landsins upplýsa, at fyribils verður eingin sigling á leið 8 millum Krambatanga og Tórshavn frá í dag til og við týsdagin 5.desember.

Strandfaraskip landsins arbeiða við ymiskum loysnum um farmaflutningin á suðuroyarleiðini, nú Herjólfur III gevst á nýggjárinum, sigur Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið.

Hagtølini siga, at Herjólfur III tekur 30 prosent av farminum á suðuroyarleiðini og Smyril hini 70 prosentini.

Herjólfur III tekur eisini ferðafólk.


  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083