Hjálpa migrantum til norska markið

Hjálpa migrantum til norska markið
Norski uttanríkisráðharrin sigur, at markið kann lata aftur av trygdarorsøkum
Espen Barth Eide er uttanríkisráðharri í Noregi.
 
28.11.2023 - 14:36

- Tað er púra greitt, at átøk eru í gongd fyri at hjálpa migrantum til markið.

Tað sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.

- Vit hava sæð tað sama í Baltalondum. Og vit fylgja neyvt við tí, sum hendir í Finnlandi, sigur hann.

Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, fordømdi mánadagin Russland fyri at brúka migrantar sum vápn. 

Hann segði, at seinastu vikurnar hevur Russland skipað fyri, at migrantar kunnu koma um markið til Finnlands.

Finnland hevur stongt markið móti Russlandi.

Noreg er til reiðar at stongja markið við Storskog, um tað sama hendir við markið móti Russlandi.

- Vit kunnu stongja markið av trygdarorsøkum, segði Barth Eide.

Uttanríkisráðharrin heldur ikki, at tað er brot á rættin hjá fólki at biðja um friðskjól í landinum, sum tú ert í.

- Vit fyrireika hetta og halda, at tað er í lagi. Tú hevur rætt til at biðja um friðskjól, um tú ert í landinum. Men tað er ikki almennur rættur at koma inn í landið, sigur norski uttanríkisráðharrin Espen Barth Eide.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688