Landsbankastjórin: Serskattaskipanir eiga at verða tiknar av

Landsbankastjórin: Serskattaskipanir eiga at verða tiknar av
Tá uttanlandsfrádrátturin verður strikaður, minkar tøka inntøkan, men ætlaði skattalættin fer at økja tøku inntøkuna hjá privatum í Føroyum, sigur Malan Johansen
Malan Johansen er stjóri í Landsbankanum. (Savnsmynd)
 
30.11.2023 - 13:46

- Tøka inntøkan hjá føroyingum minkar, um landið strikar sjómannafrádráttirnar.

Tað skrivar granskoðarafyritøkan Deloitte í einum uppriti, ið felagið hjá útsiglarum, Antares, leggur fram í morgin.

Sambært uppritinum frá granskoðarafyritøkuni, ið byggir á eina greining, sum Antares fekk gjørda í 2014, er MVG-inntøkan frá teimum, sum arbeiða uttanlands, 150 milliónir árliga, og avleitt virksemi er 165 milliónir krónur um árið.

- Men tey gloyma at nevna, at 18.000 húski fáa ein skattalætta, sum økir um tøku inntøkuna hjá privatum í Føroyum, sigur Malan Johansen, landsbankastjóri.

Hon tekur undir við at strika serskattaskipanirnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

30112023_Malan_Johansen_um_serskattaskipanr

 

Antares leggur frágreiðingina hjá Deloitte fram á Hotel Brandan í morgin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815