- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elias og Kiel aftur á rættari kós
Bæði Elias á Skipagøtu og THW Kiel komu aftur á beint, tá franska stórfelagið Paris Saint Germain varð sent aftur til París við ongum.
Føroyski spælskiparin hevur sitið nógv á bonkinum hjá týska stórfelagnum í seinastuni, men hósdagin gjørdi hann sær dælt av minuttunum á vøllinum við fýra málum og tveimum uppleggum í 26-24 sigrinum í Wunderino Arena í Kiel.
Serliga knallharða undirhondsskotið upp í málhornið, tá 11 minuttir vóru spældir til 7-5, var framúr gott.
Steðgaðu upp eftir góða byrjan
Sum vanligt fekk Kiel góða byrjan upp á dystin, men eins og í fleiri av undanfarnu dystunum steðgaði upp, og teir sebrastríputu mistu eisini leiðsluna eitt skifti í seinna hálvleiki.
Tað eydnaðist kortini at venda hóttandi tapinum til annan sigurin móti PSG, og nú er Kiel aftur fremst í bólkinum við 13 stigum - eitt stig framman fyri Aalborg og Kielce.
Her kanst tú síggja bestu bitarnar frá sigrinum hjá THW Kiel móti PSG, har Elias Ellefsen á Skipagøtu, serliga í fyrra hálvleiki, hevði ein týðandi leiklut.