Jarðfeingi skal geva loyvi at brúka vatnið

Jarðfeingi skal geva loyvi at brúka vatnið
Jarðfeingi umsitur lógina um grundvatn, og nú er kunngerð eisini lýst
Nógvar treytir eru lagdar við, tá borað verður eftir vatni, millum annað um skaðilig árin á náttúru og umhvørvi. (Savnsmynd)
 
01.12.2023 - 08:40

Nú er greitt, hvussu grundvatnið í Føroyum skal gagnnýtast.

Kunngerðin um tað er lýst og komin í gildi.

Kunngerðin nágreinar lógina um grundvatn, sum kom í summar.

Jarðfeingi umsitur lógina um grundvatn.

Jarðfeingi kann geva landsstovnum, kommunum og interkommunalum felagsskapum loyvi at gagnnýta grundvatn til almannagagnlig endamál, so sum orkuveiting og kommunala vatnveiting.

 

Eigari kann brúka vatnið

Um privata nýtslu sigur kunngerðin, at á matrikli, har grundvatn rennur upp av sær sjálvum, kann eigarin gagnnýta vatnið, um Jarðfeingi gevur loyvi, og um land ella kommuna ikki skulu brúka vatnið.

Loyvi kann eisini latast partafeløgum og smápartafeløgum til vinnuliga gagnnýtslu.

Her er talan um vatn, sum rennur upp av sær sjálvum, ella vatn, sum borað verður eftir.

Nógvar treytir eru lagdar við, tá borað verður eftir vatni, millum annað um skaðilig árin á náttúru og umhvørvi.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083