Ísrael hevur lopið á sunnara part av Gasa

Ísrael hevur lopið á sunnara part av Gasa
Í flogseðlum, sum vóru sleptir yvir býin Khan Younis í gjár, var heitt á øll, sum eru í fimm stórum økjum í og kring býin, um at fara úr økinum
Ísrael herðir nú álopini í sunnara parti av Gasa.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
04.12.2023 - 08:31

Ísrael hevur lopið á har suðuri í Gasa, og sambært ísraelska verjumálaráðnum verður álopið skipað á sama hátt sum álopið har norðuri í Gasageiranum. 

- Vit hava stríðst hart og væl har norðuri,  og tað gera vit eisini nú har suðuri í Gasa, segði Herzi Halevi, aðalstjóri í verjumálaráðnum, í gjár.

Talsmaðurin fyri uttanríkisráðið, Daniel Hagari, segði í gjárkvøldið, at álopið har suðuri er byrjað beint norðan fyri Khan Younis, og ætlanin er at víðka tað til hvørt einasta øki í Gasa, har Hamas heldur til.

Hann gjørdi eisini greitt, at herdeildirnar leypa á við somu megi, sum tær gjørdu har norðuri.

Í flogseðlum, sum vóru sleptir yvir Khan Younis í gjár, var heitt á øll, sum eru í fimm stórum økjum í og kring býin, um at fara úr økinum.

Men samstundis sum bumbuálopini halda fram, ávarar ST um, at trygdarøkini, sum eru gjørd, ikki hava pláss fyri fleiri fólkum.

Stjórin í ST-mannarættindum, Volker Türk, sigur, at hundraðtúsundatals palestinar eru tvingaðir til at stúva seg saman á alsamt minni øki, samstundis sum trygg øki ikki eru til í Gasa longur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053