PISA: Neyðugt við eftirútbúgving og dagførdum tilfari

PISA: Neyðugt við eftirútbúgving og dagførdum tilfari
Tey, sum skrivaðu føroyska partin av PISA-frágreiðingini, vóru í Breddanum fyrrapartin
PISA-kanningin var løgd fram týsdagin, og tey, sum skrivaðu føroyska partin av frágreiðingini, hava fleiri ráð til politiska myndugleikan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.12.2023 - 13:16

Neyðugt er við eftirútbúgvingum og dagførdum tilfari.

Tað eru ráðini, sum myndugleikarnir fáa frá teimum, sum skrivaðu PISA-frágreiðingina.

Sambært frágreiðingini, sum varð handað landsstýrismanninum í vikuni, stendur einki til hjá føroysku næmingunum, sum hava verið til PISA-roynd.

 

Páll Isholm, Erla Olsen, Ingi Højsted og Laufey H. Blaasvær, sum skrivaðu føroyska partin av PISA-frágreiðingini, vóru í Breddanum fyrrapartin.

 

Serliga gekk illa í støddfrøði, sum eisini var høvuðsøkið, sum var kannað hesa ferð.

Í kanningini fyri støddfrøði fingu føroysku næmingarnar 446 PISA-stig í miðal. 

Tað er lakasta føroyska úrslitið nakrantíð og ein ógvislig afturgongd upp á 45 stig samanborið við úrslitið frá 2018, sum var 491 PISA-stig.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

07122023_PISA


Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083