Herjólfur siglir tríggjar dagar aftrat

Herjólfur siglir tríggjar dagar aftrat
Hagtølini siga, at Herjólfur III tekur 30 prosent av farminum á suðuroyarleiðini og Smyril hini 70 prosentini
Herjólfur III verður aftur í Føroyum týsdagin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.12.2023 - 09:18

Herjólfur III verður aftur í Føroyum í morgin, siga Strandfaraskip landsins.

Hann byrjar í sigling á suðuroyarleiðini týsdagin.

Leigusáttmálin um Herjólf III er galdandi til fríggjadagin 15.desember.

Hetta verður eisini seinasta dagurin, Herjólfur III er á suðuroyarleiðini.

Strandfaraskip landsins arbeiða við ymiskum loysnum um farmaflutningin á suðuroyarleiðini, nú Herjólfur III gevst, sigur Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið.

Hagtølini siga, at Herjólfur III tekur 30 prosent av farminum á suðuroyarleiðini og Smyril hini 70 prosentini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815