Á Breddanum: Nýggjasta veljarakanningin

Á Breddanum: Nýggjasta veljarakanningin
Samgongan, og serliga Javnaðarflokkurin, fáa frammaná í kanningini, sum Kringvarpið hevur latið gera
Nýggjasta veljarakanningin var eitt av evnunum, tá forfólkini í politisku flokkunum skiftu orð um politisku støðuna í sjónvarpinum í gjárkvøldið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.12.2023 - 09:37

Var val nú, høvdu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin einsamallir kunnað skipað meirilutasamgongu.

Teir høvdu fingið níggju tingsessir í part.

Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Samgongan fær ein frammaná í kanningini, og missir tilsamans fimm tingsessir.

Javnaðarflokkurin missir tríggjar, Tjóðveldi ein og Framsókn ein sess.

Veljarakanningin verður sett á Breddan í dag.

Árni Gregersen kemur í útvarpsstovuna at gera viðmerkingar, og vit spyrja eisini Aksel V. Johannesen, løgmann, hvussu nógv av tí, sum samgongan setti sær fyri at fremja, er framt.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083