Sleppur ikki undan at rinda til Samhaldsfasta

Sleppur ikki undan at rinda til Samhaldsfasta
Kærustovnurin hevur staðfest avgerð hjá TAKS
TAKS hevur onga lógarheimild at geva frítøku fyri at gjalda í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, tí maðurin er skattskyldugur í Føroyum. (Savnsmynd)
 
11.12.2023 - 16:30

Norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd er bara galdandi millum danska ríkisfelagsskapin og onnur Norðurlond.

Hann er ikki galdandi innanhýsis í ríkisfelagsskapinum.

Enn er eingin avtala gjørd um sosiala trygd innanhýsis í danska ríkisfelagsskapinum. 

Tað sigur TAKS, sum hevur nokað einum manni at sleppa undan at gjalda í samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin í Føroyum, tí hann rindar átta prosent av sínari bruttoløn í Danmark til arbeiðsmarknaðargjald.

Føroya kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá TAKS.

Maðurin er í DIS-skipanini, og arbeiðsgevari hansara býr í Danmark.

TAKS hevur onga lógarheimild at geva frítøku fyri at gjalda í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, tí maðurin er skattskyldugur í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083