Lokking er revsiverd

Lokking er revsiverd
Løgtingið hevur einmælt samtykt at broyta revsilógina um kynsliga avnoyðslu og lokking 
Nú er eingin ivi um, at talgild lokking er revsiverd.
 
13.12.2023 - 05:20

Nú er eingin ivi um, at lokking er revsiverd í Føroyum.

Løgtingið hevur einmælt samtykt at broyta revsilógina um kynsliga avnoyðslu og lokking. 

Tað ger, at lokking og kynslig avnoyðsla vera kynslig brotsverk í Føroyum eins og tey eru í nógvum øðrum londum.

Frammanundan var mett, at revsilógin ikki hevur lagað seg til talgildu menningina og talgilda veruleikan. 

Rættarnevndin hjá løgtinginum tók undir við, at revsilógin verður broytt, so revsingin fyri lokking verður upp í tvey ára fongsul.

Orsøkin til uppskotið er eitt stórt mál um kynsligan ágang á alnetinum móti børnum og ungum.

Ivasamt

Hóast lokking kann revsast eftir øðrum ásetingum í revsilógini, kann tað vera trupult at prógva tilætlan, serliga tí ikki er greitt, hvat ítøkiliga brotsverkið er, sum ætlanin er at fremja. 

Samstundis tekur galdandi lóggáva ikki atlit at kensluni av skuld og samábyrgd, sum barnið ella tann ungi ofta kennir, sigur Løgmálaráðið.

Lokking eru støður, tá fólk byggir upp samband við børn og ung, sum eru undir 18 ár, við tí endamáli at fremja kynslig brotsverk.

Rættarnevndin heldur, at vit eiga at hava meira kunnandi tilfar á føroyskum og styrkja fyribyrgjandi átøkini á hesum øki. 

Vit hava brúk fyri at læra børn og ung at ferðast trygt á netinum.

Rættarnevndin heldur eisini, at vit eiga at styrkja arbeiðið hjá heildarverkætlanini Sig frá! og SSP-ráðgevingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162