Kærustovnurin gevur Føroya Tele viðhald

Kærustovnurin gevur Føroya Tele viðhald
Kærustovnurin hevur broytt avgerðina hjá Kappingarráðnum
Føroya Tele kærdi avgerðina hjá Kappingarráðnum til Kærustovnin. (Savnsmynd)
 
13.12.2023 - 10:58

Føroya Tele hevði ikki ráðandi støðu á marknaðinum  fyri heilsølu av avtalum innan fartelefoni í 2017.

Tað sigur Føroya Kærustovnur, sum hevur broytt avgerðina hjá Kappingarráðnum í hesum málinum. 

Føroya Tele kærdi avgerðina hjá Kappingarráðnum.

Kærustovnurin sigur, at "avgerðin er grundað á, at tað við støði í upplýsingunum í málinum ikki er grundarlag fyri at staðfesta, at Føroya Tele í 2017 hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum fyri heilsølu av FullMVNO avtalum innan fartelefoni í Føroyum.

Treytin um ráðandi støðu í § 11, stk. 1 í kappingarlógini er sostatt ikki lokin, og Føroya Tele hevur sostatt ikki brúkt prísklemmu í stríð við kappingarlógina," sigur Kærustovnurin.

Sí niðurstøðuna hjá Kærustovninum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083