Nýggjur dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini

Nýggjur dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini
Erika Hayfield hevur arbeitt á Fróðskaparsetrinum seinastu tíggju árini
Erika Hayfield hevur ph.d.-útbúgving frá Edinburgh Napier University, umframt fleiri masterskeið í leiðslu.
 
13.12.2023 - 15:00

Erika Hayfield er sett sum nýggjur dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

Tað boðar Fróðskaparsetrið frá.

Erika Hayfield hevur arbeitt á Fróðskaparsetrinum seinastu tíggju árini, fyrst sum adjunkur, síðani lektari og granskari, og seinastu trý árini hevur hon harumframt verið varadekanur á Søgu- og samfelagsdeildini.

Hon hevur ph.d.-útbúgving frá Edinburgh Napier University, umframt fleiri masterskeið í leiðslu.

Erika Hayfield hevur m.a. arbeitt í Vinnumálaráðnum og í privata vinnulívinum.

Í almenna rúminum er Erika Hayfield kend sum virkin rødd í almenna orðaskiftinum, eins og hon hevur staðið á odda fyri mongum verkætlanum og latið frágreiðingar og vísindaligar greinar úr hondum, skrivar Setrið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083