Stórhøllin eitur Við Tjarnir

Stórhøllin eitur Við Tjarnir
Við Tjarnir fer nýggja stórhøllin í Hoyvík at eita. Tað varð avdúkað á samkomu seinnapartin. Navnið átti Remy á For
Navnakapping varð útskrivað í summar. Stívliga 150 fólk sendu tilsamans nøkur og hundrað uppskot inn. Tað var Remy á For, sum vann kappingina.
Mynd: torshavn.fo  
 
20.12.2023 - 16:29

Í dag var navnið á nýggju stórhøllini í Hoyvík avdúkað. Stórhøllin eitur Við Tjarnir.

Hon hevur higartil verið kallað Føroya Arena.

Navnið varð avdúkað á samkomu seinnapartin.

 

Remy á For eigur navnið

Navnakapping varð útskrivað í summar. Stívliga 150 fólk sendu tilsamans nøkur og hundrað uppskot inn. Tað var Remy á For, sum vann kappingina.

Í navnanevndini vóru Jonhard Mikkelsen, Siggert Patursson  og Lena L. Mohr.

Navnanevndin sigur í grundgeviningin fyri navnið Við Tjarnir: 

"Vit halda hetta vera nýtt, vakurt føroyskt staðarnavn, sum hevur veruligan samleika við tjarnirnar í lendinum, sum ljóðar væl, sum skapar góð hugasambond og sum kundi verið um allar Føroyar. "

Høllin stendur í gerð, og skal vera liðug í seinasta lagi í januar 2025, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083