Flyta dokkina longri út á sjógv

Flyta dokkina longri út á sjógv
MEST hevur góðkent broyttu ætlanina hjá MEST
Við at flyta dokkina longri út á sjógv, verður ávirkanin av óljóði og øðrum ampum frá virkseminum minni enn í upprunaligu ætlanini, metir Umhvørvisstovan
Mynd: Umhvørvisstovan  
 
21.12.2023 - 13:54

Nýggja turrdokkin á Skála verður flutt 50 metrar út á sjógv og burtur frá bygdini. Tað ætlar MEST.

Við at gera hesa flytingina verður ávirkanin av óljóði og øðrum ampum frá virkseminum minni enn í upprunaligu ætlanini, metir Umhvørvisstovan, sum í gjár góðkendi broyttu ætlanina hjá MEST.

27. september í ár góðkendi Umhvørvisstovan annars eina ætlan hjá MEST at gera nýggja turrdokk norðan fyri verandi dokk á Skála.

 

Nýggj umbøn

Men longu 16. november fekk Umhvørvisstovan nýggja umhvørvisárinsmeting av eini broyttari ætlan, har nýggja turrdokkin verður flutt umleið 50 metrar út á sjógv.

Samstundis verður bryggjukanturin við ætlaðu turrdokkina fluttur samsvarandi. Nýggja dokkin verður sostatt lutvíst uppi á landi og lutvíst á einum øki, sum verður fylt út á sjógv. Grótið, sum verður sprongt út fyri dokkini uppi á landi, verður brúkt til at fylla út fram við dokkini úti á sjónum.

 

150 metrar

Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp á gáttini. Dýpið minkar inn- og frameftir í dokkina, so tað innast er níggju metrar.

Umhvørvisstovan heldur ikki, at neyðugt er við hoyring av nýggju umhvørvisárinsmetingini.

Góðkenningin hjá Umhvørvisstovuni kann lesast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083