Margit Stóra: Vit hava hvør sína uppfatan av hvat er farið fram

Margit Stóra: Vit hava hvør sína uppfatan av hvat er farið fram
Landsstýriskvinnan í Heilsumálum, vil ikki viðmerkja orsøkina til, at Hans Pauli Henryson segði seg úr starvi í Sjúkrahúsverkinum og á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Landsstýriskvinnan í Heilsumálum, Margit Stórá
 
23.12.2023 - 16:43

Margit Stóra vil ikki viðmerkja orsøkina til, at Hans Pauli Henryson segði seg úr starvi sum stjóri í Sjúkrahúsverkinum og stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta hóast, at Hans Pauli Henryson sigur, at Margit Stóra beinleiðis er orsøkin til, at hann sendi uppsøgnina.

Í fleiri teldupostum til Heilsumálaráðið hevur Hans Pauli Henryson roynt at fingið við í fundarfrágreiðingina frá menningarfundinum tann 16. juni í Heilsumálaráðnum, sum endaði við roki, at hann segði seg úr starvi, tí at landsstýriskvinnan á fundinum hevði sagt, at hon ikki hevði álit á sjúkrahúsleiðsluni og at sjúkrahúsleiðslan mótarbeiddi politisku raðfestingunum hjá landsstýriskvinnunni.

Hetta fær hann tó ikki við í fundarfrágreiðingina, men teldupostarnir eru nú komnir fram í sambandi við frágreiðingina hjá Turið Arge, aðalstjóra, til løgmansskrivstovuna í sambandi við umboðsmannamálið, har umboðsmaðurin gevur ráðnum álvarsliga átalu fyri at hava afturhildið upplýsingum.

Margit Stóra sigur, at Hans Pauli Henryson og hon hava hvør sína uppfatan av, hvat er farið fram, og meira vil hon ikki siga um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083