- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jólini í Betlehem eru avlýst
Ongi jól verða hildin í Betlehem í ár. Føðikirkjan er tóm og kirkjurnar í økinum annars hava gjørt av heilt at avlýsa jólastákanina. Orsøkin er ófriðurin eftir, at Hamas leyp á Ísrael tann 7. oktober og síðani áhaldandi aftursvarið frá Ísrael ímóti palestinum.
Betlehem, har Jesus varð føddur, liggur á vestara áaarbakka, har har ófriðurin eisini er komin. Tí hevur Munzir Ishak, presturin í jólakirkjuni, skift barnið í krubbuni út við eitt barn liggjandi í múrsteinum frá falnum húsaveggjum, sveipað í palestinskt turriklæð.
- Hetta eru jólini fyri okkum. Familjur, sum verða sundurrivnar. Tað eru børn, sum verða dripin, sigur Munzir Ishak við Rasmus Tantholt, tíðindamann hjá danska TV2.
Munzir Ishak, prestur, greiðir eisini frá, at ongin hevur hug at halda jól, sum støðan er í løtuni.
Ongin hevur hug at halda jól. Huglagið er ov tungt til hátíðarhald. Tað fyrigongur fólkamorð í landi okkara.
Hesa tíðina plagdi hópur av ferðafólkum at vera í Betlehem, men í ár er púra tómt. Heldur ikki í sjálvari føðikirkjuni eru vitjandi. Jólini í ár fara í Betlehem at verða mint sum tey jólini, ið ikki blivu hildin
Borgarstjórin í Betlehem, Hana Hananiyeh, greiðir í dag soleiðis frá fyri tíðindastovuni AP:
- Vit hava avlýst alt. Vit hava avlýst jólamarknaðin, sálmarnar, tiltøkini fyri børn. Orsøkin er kenslan her í Betlehem. Vit føla, at vit eru í sorg. Vit eru ógvuliga kedd, tí vit eru ein týdningarmikil lutur av palestinska samfelagnum. Og Betlehem er í løtuni innibyrgt, eins og hinir palestinsku býirnir. Allar inngongdir til Betlehem eru stongdar.
Tó ætla tey í Betlehem kortini ikki, at jólini skulu fara heilt framvið.
-Vit fara at taka ímóti patriarkunum og vit fara at biðja í kirkjunum til midnáttarmessurnar, segði Hana Hananiyeh, borgarstjóri í Betlehem við tíðindastovuna AP fyrr í dag.