William í uppskoti at fáa Nobelvirðisløn í 1973

William í uppskoti at fáa Nobelvirðisløn í 1973
Svenska akademiið hevur kunngjørt skjøl, sum vísa, hvør var í uppskoti at fáa virðislønina í bókmentum hetta árið
William Heinesen, rithøvundur, var í uppskoti at fáa at fáa Nobelvirðislønina í bókmentum fyri 50 árum síðani. (Savnsmynd)
 
03.01.2024 - 11:07

Í hálva øld hevur savnið við uppskotum at fáa Nobelvirðislønina í bókmentum verið hildið loyniligt. 

Úr fundarpappírunum frá hesum ári, sum í dag eru løgd fram í tíðindaskrivi frá Svenska Akademinum, síggjast nøvnini á øllum teimum skrivandi fólkunum, sum hava verið skotin upp til Nobelvirðislønina hetta árið, hvør hevur skotið upp, og hvønn uppskotsstillarin umboðar. 

Hundrað nøvn eru á listanum, og nú er greitt, at William Heinesen var í uppskoti at fáa Nobelvirðislønina í bókmentum í 1973, skrivar Birgir Kruse á netbloggi sínum. 

Tað var Arthur Arnholtz, professari í norðurlendskari filologi á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sum saman við øðrum skjeyt upp, at føroyski rithøvundurin skuldi hava Nobelvirðislønina í 1973.  

Hetta árið fór Nobelvirðislønin í bókmentum til Patrick White úr Avstralia.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083