Givin at flúgva við Boeing 737 Max 9

Givin at flúgva við Boeing 737 Max 9
Fleiri flogfeløg eru fyribils givin at flúgva við sínum Boeing 737 Max 9-flogførum.
 
07.01.2024 - 10:12

Fleiri flogfeløg eru fyribils givin at flúgva við sínum Boeing 737 Max 9-flogførum.

Tað hendir, eftir at ein eyka neyðhurð fríggjadagin varð skrødd úr einum flogfari, meðan tað var á flogi.

Alaska Airlines átti flogfarið.

Eftir hendingina hava amerikonsku flogmyndugleikarnir avgjørt, at Boeing 737 Max 9 ikki skal flúgva í USA, meðan slagið verður kannað nærri.

Talan er um tilsamans 171 flogfør, skrivar Ritzau.

Reuters tíðindastovan skrivar, at flogmyndugleikarnir í Europa fara at taka eftir boðunum hjá teimum amerikonsku myndugleikunum, men hesi tíðindi eru ikki váttað.

Sambært flogferðslu miðlinum, Check-in.dk, hava trupulleikar verið við slagnum, Boeing 737 Max, eftir tveir skaðar fyri nøkrum árum síðani.

Sambært miðlinum vórðu øll flogfør av slagnum Max sett frá mars 2019 til desembur 2020.

Check-in.dk skrivar eisini, at í Norðurlondum er Icelandair einasta flogfelag, sum flýgur við Boeing Max 9 flogførunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083