Nógv færri skúlar og nógv fleiri næmingar

Nógv færri skúlar og nógv fleiri næmingar
Seinastu 25 árini eru fólkaskúlarnir vorðnir helvtina færri, men miðal næmingatalið er ein triðing størri
Skúlin á Fløtum er størsti skúli í Føroyum.
 
08.01.2024 - 07:47

Seinastu 25 árini eru fólkaskúlarnir vorðnir helvtina færri, men miðal næmingatalið er ein triðing størri.

Í 1957 vóru 96 fólkaskúlar í Føroyum, og miðal næmingatalið tá 57, skrivar Skúlablaðið.

Nú eru fólkaskúlarnir 39 og miðal næmingatalið er 180.

7.020 næmingar eru í fólkaskúlanum hetta skúlaárið.

Frískúlar aftrat

Haraftrat eru 167 næmingar í teimum trimum frískúlunum. 

Minsti skúlin er Húsar-Syðradals skúli í Kalsoynni, har tað eru tveir næmingar.

Skúlin á Fløtum í Havn er tann størsti við 776 næmingum.

Seinastu árini eru skúlar við 50 næmingum og færri fækkaðir í tali.

Í 2008 vóru 33 skúlar við færri enn 50 næmingum, í dag eru teir 15, skrivar Skúlablaðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083