53 fólk vilja hava parkeringsbót endurgoldna

53 fólk vilja hava parkeringsbót endurgoldna
Parkeringsbótin er 200 krónur, so fyribils er útreiðslan hjá Tórshavnar kommunu minst 10.600 kr. 
Fólk, sum fingu bót í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september 2023, kundu senda umsókn til kommununa um at fáa peningin aftur. (Savnsmynd)
 
08.01.2024 - 09:58

Tórshavnar kommununa hevur frætt frá 53 fólkum, nú freistin at krevja pening aftur fyri parkering í Gundadali er farin.

Fólk, sum fingu bót í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september 2023, kundu senda umsókn til kommununa um at fáa peningin aftur.

Parkeringsbótin er 200 krónur, so fyribils er útreiðslan hjá kommununi minst 10.600 kr. 

Men í summum umsóknum eru tvær ella fleiri bøtur.

Kommunan hevur fingið ein lista frá politinum við nummarplátunum hjá teimum, sum fingu bót, so umsóknirnar kunnu samanberast við hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083