Fronsk fregatt í føroyskum sjógvi

Fronsk fregatt í føroyskum sjógvi
FS Bretagne, sum hevur verið í Føroyum fyrr, var fyri løtu síðani í Svínoyarfirði
FS Bretagne er á veg norðureftir, og hevur fingið loyvi úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at sigla í føroyskum sjógvi. (Savnsmynd: Marine Nationale)
 
08.01.2024 - 11:37

Fyrrapartin hevur ein fronsk fregatt siglt gjøgnum føroyskt sjóumveldi.

Fyri løtu síðani var fregattin, sum á vesselfinder kallast NATO krígsskip, í Svínoyarfirði.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið skrivar, at franska fregattin FS Bretagne skuldi koma í føroyskt sjóumveldi á veg norðureftir. 

Hon skuldi sigla gjøgnum Nólsoyarfjørð og síðani halda leiðina fram ígjøgnum Djúpini.

Úr Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum verður sagt, at skipið bað um loyvi at sigla gjøgnum føroyskt sjóøki, og varð samstundis kunnað um, at treytirnar fyri at sigla í føroyskum øki, eru at eingi kjarnorkuvápn eru umborð.

FS Bretagne hevur verið í Føroyum fyrr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083