Avgerðin um maskinorku staðfest í Sjóvinnuráðnum

Avgerðin um maskinorku staðfest í Sjóvinnuráðnum
Maskinmeistarafelagið er ikki nøgt við, at framtøkumegin á Jákupi Sverra er minni enn 3.000 kiloWatt
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri (Savnsmynd)
 
08.01.2024 - 13:27

Maskinmeistarafelagið er ikki nøgt við, at Sjóvinnustýrið hevur ásett framtøkumegina á rannsóknarskipinum, Jákupi Sverra, til minni enn 3.000 kiloWatt, sum er markið fyri, um tað krevst maskinistur ella maskinmeistari umborð á skipinum. 

Sambært Maskinmeistarafelagnum vísa royndir hjá Wartsila-motorverksmiðjuni, at samlaða maskinorkan á Jákup Sverra er 3.144 kilowatt. 

 

Hans Johannes á Brúgv er stjóri íSjóvnnustýrinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hans Johannes á Brúgv, er stjóri í Sjóvinnustýrinum, og hann vísir á, at avgerðin hjá teimum er staðfest í Sjóvinnuráðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

08012024_Hans_Johannes

 

Málið snýr seg helst mest um hýru, tí um krav var um, at tað skal vera ein maskinmeistari umborð, so hevði hýran verið størri enn fyri ein maskinist. 

Hans Johannes á Brúgv vísir hinvegin á, at tað einki er til hindurs fyri hjá Havstovuni at hýra ein maskinmeistara til skipið.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083