Rentuútreiðslurnar ávirka brúkaraprístalið mest

Rentuútreiðslurnar ávirka brúkaraprístalið mest
Prísirnir hækka framvegis, men ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt
Rentuútreiðslurnar vuksu sløk 69 prosent frá november 2022 til november 2023. (Savnsmynd)
 
09.01.2024 - 08:21

Prísvøksturin frá november í 2022 til november í fjør var 2,8 prosent.

Vøksturin heldur fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt, skrivar Hagstovan.

Rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum hava størstu ávirkan á brúkaraprístalið hesaferð.

Rentuútreiðslurnar vuksu sløk 69 prosent frá november 2022 til november 2023.

 

Matur og drekka

Matur og drykkjuvørur dýrka framvegis, men minni enn tey hava gjørt seinastu tvey árini. 

Prísirnir á mati og drykkjuvørum vuksu 5,8 prosent frá november 2022 til november 23.

Og serliga frukt, kjøt og breyð eru vorðin dýrari, skrivar Hagstovan.

Mjólk, ostur og egg blivu tó bara eitt prosent dýrari. 

Oljuprísurin minkaði 14 prosent, fjarhitin var óbroyttur, og streymprísurin vaks stív 14 prosent.

 

 

Minni prísvøkstur enn í ES

Men prísvøksturin var tó ikki so stórur sum í ES og hinum Norðurlondunum.

Bara í Danmark var hann minni enn í Føroyum.

Í trý ár, frá november 2020 til november 2023, var prísvøksturin 17 prosent. 

Sostatt er nú 17 prosent dýrari hjá húsaraldunum at keypa somu vørur og tænastur, enn tað var í november 2020, skrivar Hagstovan. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083