50 flóttafólk aftrat

50 flóttafólk aftrat
Uppskot er nú um at geva 50 flóttafólkum aftrat úr Ukraina fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum
Higartil hava 180 flóttafólk úr Ukreina fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.
 
10.01.2024 - 06:28

Uppskot er nú um at geva 50 flóttafólkum aftrat úr Ukraina fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Løgmálaráðið mælir til at seta í gildi ríkislógartilmæli um at hækka talið úr 200 upp í 250.

Higartil hava 180 flóttafólk úr Ukraina fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tey eru 103 kvinnur, 25 menn og 52 børn. 

41 teirra eru farin av landinum aftur, upplýsir Løgmálaráðið.

Um útreiðslurnar til at hækka talið ikki kunnu fíggjast við verandi játtan, má eykajáttan til, sigur Løgmálaráðið.

Uppskotið er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er 6.februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083