Týska tokferðslan hart rakt av verkfalli

bannari
Týska tokferðslan hart rakt av verkfalli
Fyrrapartin byrjaði verkfallið hjá týsku tokførarunum, og hetta órógvar samferðsluna í Týsklandi, nú evropameistaraheiti í hondbólti fer av bakkastokki
Stórur partur av týsku tokunum koyra ikki í løtuni vegna GDL-verkfall
Mynd: Fabrizio Bensch/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.01.2024 - 12:19

Fyrrapartin fóru týsku tokførararnir í verkfall. 

Gewerkschaft der Lokführer, fakfelagið hjá tokførarunum, hevur lýst verkfallið, sum leggur stóran part av samferðsluni lamna til fríggjadagin seinnapartin.

EM í hondbólti byrjar í Düsseldorf í dag við dystunum millum Frakland og Norðurmakedónia og Týskland og Sveis. Ætlanin er, at heili 53000 fólk skulu vera til byrjanardystirnar - nýtt heimsmet - men tað kann gerast trupult hjá viðhaldsfólki at koma fram, skrivar dr.dk.

Bert 20 prosent av vanligu tokferðsluni koyrir sum vanligt, sigur evropeiska hondbóltssambandið, EHF.

Verkfallið gevur eisini føroyskum viðhaldsfólkum stórar avbjóðingar. Nógv av teimum, ið ætlaðu at fara við toki úr Keypmannahavn til Berlin, hava verið noydd til at funnið aðrar loysnir. 

Tryggast er at flúgva til Berlin, tí tað er eisini verkfall í týska landbúnaðinum, og fleiri vegir eru avbyrgdir.


Týsk tok standa í morgunkuldanum á jarnbreytarstøðini í Frankfurt fyrrapartin: MYND: Kirill Kudryavtsev/AFP/Ritzau Scanpix

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083