Brenna nú aftur rusk á Hjalla

Brenna nú aftur rusk á Hjalla
Brennistøðin fekk stóran skaða, tá ein trýstfløska sprongdist í ovninum
Neyðugt var at umvæla loftið á brennistøðini. Nú verður rusk aftur brent á Hjalla.
 
10.01.2024 - 13:33

Neyðugt var at skifta alt loftið á brennistøðini í Tórshavnar kommunu, eftir at ein trýstfløska sprongdist í ovninum fyri jól.

Beint eftir nýggjár var farið at umvæla loftið, og rusk verður nú aftur í brent í ovninum.

 

Hetta er trýstfløskan, sum sprongdist í ovninum á brennistøðini. 

 

Spreingingin hevði við sær, at einki var brent í ovninum frá 18. desember til 8. januar, men IRF á Hagaleiti hjálpt KOB at brenna rusk í nakrar dagar.

Hoyr John Erik Hansen, leiðara á kommunalu brennistøðini í Havn, í útvarpstíðindunum: 

 

10012024_Brennistod

 

Nummarið sæst á trýstfløskuni, ið elvdi til spreingingina og stóra skaðan, men meira vil John Erik Hansen ikki siga enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083